Prísvøkstur: 30.000 kr. dýrari um árið

Prísvøkstur: 30.000 kr. dýrari um árið
Danski tjóðbankastjórin væntar, at eingin búskaparvøkstur verður næstu árini, men inflatiónin hækkar støðugt, og tað fer eisini at merkjast í Føroyum
Prísvøksturin kann hava við sær, at tað verður 30.000 kr. dýrari um árið hjá húsarhaldinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.09.2022 - 14:04

Prísvøksturin er tann størsti í 40 ár, og væntað verður, at hann fer at halda fram í minsta lagi tað, sum er eftir av árinum.

Útlit eru til, at hetta fer at hava við sær, at eingin vøkstur verður í búskapinum næstu fýra árini.

Hetta sigur danski tjóðbankin millum annað í eini meting av danska búskapinum, sum var almannakunngjørd fyrrapartin. Prísvøksturin í Danmark er í løtuni 8,6 prosent.

 

Lars Rohde, tjóðbankastjóri, tá hann greiddi frá búskaparstøðuni á tíðindafundi fyrrapartin. (Ritzau Scanpix)

 

30.000 kr. dýrari at liva

Eisini í Føroyum merkist prísvøksturin.

Í juli boðaði Hagstovan frá, at brúkaraprístalið er vaksið 7,3 prosent. Í gjár heitti BankNordik á viðskiftafólk um at kanna føstu útreiðslurnar, og fyrr í vikuni hoyrdu vit um, at reingerðarfyritøkur uppliva, at fólk í aldrinum 30-50 ár leita sær eftir kvøldarbeiði aftrat vanliga arbeiðinum.

- Vit fara eisini at merkja hetta í Føroyum. At búskaparvøksturin steðgar, kann eisini vera ein fyrimunur. 

Tað sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur. Men tað verður dýrari hjá einstøku familjuni at liva, kanska upp í 30.000 kr. dýrari um árið, sigur hann:

 

21092022_Johnny_til_net

 


Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. januar
TEMAPLÁTAN: Everything, The Bangles, 1988
202215
Leygardag 3. januar
PLÁTUPANELIÐ #36 (1991)
202206
Leygardag 3. januar
Jambalaja - 030126
202205
Leygardag 3. januar
Upp á tá - 020126
202204
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132