Samráðast nú um nýggjan handverkarasáttmála

Samráðast nú um nýggjan handverkarasáttmála
Partarnir hava samráðast í dag, og samráðingarnar halda fram í morgin
Handverkarar, handverksmeistarar og Føroya Arbeiðsgevarafelag eru farin undir samráðingar um nýggjan sáttmála.
 
27.09.2022 - 15:57

Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna eru nú farin undir at samráðast um handverkarasáttmálan, sum gongur út 1. oktober í ár.

Partarnir handaðu krøvini í farnu viku, og í gjár fóru partarnir undir samraðingarnar.

Partarnir samráðast aftur í dag, og avtalað er, at samráðingarnar halda fram í morgin.

Hvussu samráðingarnar ganga, er ikki greitt, tí eingin vil siga nakað um samráðingarnar, og heldur ikki um krøvini sum partarnir hava latið hvørjum øðrum.

Tá arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir samráddust í vár og í summar, var úrslitið ein lønarhækking upp á 8,5 prosent. Tað var hægsta lønarhækkingin, sum arbeiðarafeløgini hava fingið í 20 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815