ES-lond hava boðsent russiskum sendiharrum

ES-lond hava boðsent russiskum sendiharrum
Orsøkin er, at Russland hevur lagt ukrainskar landspartar undir seg.
 
03.10.2022 - 09:18

ES-londini kalla í samskipaðum tiltaki inn sendiharrar hjá Russlandi, eftir at Russland hevur lagt ukrainsk øki undir seg.

Týskland hevur kallað inn russiska sendiharran í Berlin, upplýsir uttanríkisráðið fyri DPA-tíðindstovuni í gjár.

Sendiharrarnir í Italia, Eysturríki og Danmark hava longu fingið fundarboð, og skulu møta í uttanríkisráðnum í dag. 

Russiska sendifólkið í Belgia var longu á fundi fríggjadagin.

Tað er European External Action Service (EEAS), sum samskipar innkallingarnar í ES-londunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928