Fuglakrím eisini staðfest hjá heimafugli

Fuglakrím eisini staðfest hjá heimafugli
Hetta er sama slag fuglakrím, sum fyrr er staðfest í villum fugli í Føroyum
Fuglakrím er staðfest í djórahaldi í Havnardali. (Savnsmynd)
 
07.10.2022 - 12:58

Fuglakrím er nú eisini staðfest hjá heimafugli í Føroyum.

Tað boðar Heilsufrøðiliga starvsstovan frá í dag.

Heilsufrøðiliga starvsstovan fekk fráboðan um møguligt fuglakrím í einum djórahaldið í vikuni, og sýn vóru tikin av fuglunum. 

Nú eru svarini komin, og bæði hønur og gæs eru staðfestar positivar við fuglakrími. 

Talan er um H5N1, ið er sama slagið, ið fyrr er staðfest hjá villum fugli í Føroyum. 

 

Staðfest í Havnardali

Hetta slagið er tað sama, sum er staðfest um stóran part av Evropa í ár, men hevur higartil ikki verið atvold til álvarsama sjúku hjá fólki.

Eftir at fuglakrím hevur verið staðfest hjá villum fugli í Føroyum í eina tíð, er tað nú eisini staðfest í einum djórahaldi við heimafugli í Havnadali.

Av tí at fuglakrím er so álvarslig sjúka hjá fugli, og at ein ávísur, men sera lítil vandi er fyri, at fólk eisini kunnu smittast, er avgerð tikin um, at allir fuglarnir í rakta djórahaldinum verða tiknir av og beindir burtur. Økið skal vera tómt eitt tíðarskeið, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120