Inniróðurin skal upp á eitt hægri stig

Inniróðurin skal upp á eitt hægri stig
- Eg hevði ynskt, at vit fingu ein líka stóran ítrótt í vetrarhálvuni, sum vit hava í summarhálvuni. Tað sigur nýggi landsliðsvenjarin í inniróðri, Sarita Kristina Hansen
10.10.2022 - 18:30

Sarita Kristina Hansen er nýggjur landsliðsvenjari í inniróðri.

Hon er ferfaldur heimsmeistari og hevur í nógv ár gingið fremst í rógving á maskinu. Nú skal hon hava ábyrgdina av teimum, sum skulu umboða Føroyar í altjóða kappingum.

 - Tað fyrsta, sum eg kundi hugsað mær at lagt meg eftir, er, at skapa eina inniróðrarmentan í Føroyum, sigur nýggi landsliðsvenjarin.

 - Vit hava ótrúliga sterkar kappróðrartraditiónir, tá tað kemur til tað siðbundna, og nærum øll feløgini nýta hetta amboðið (rógvimaskinu, red.) til venjing ígjøgnum veturin, so eg hevði ynskt, at vit fingu ein líka stóran ítrótt í vetrarhálvuni, sum vit hava í summarhálvuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537