Fuglakrím um allar Føroyar

Fuglakrím um allar Føroyar
Øll, sum eiga flogfenað, skulu nú vísa serliga ans við sínum fuglum
Savnsmynd
Mynd: Savnsmynd  
 
15.10.2022 - 14:32

Øll, sum eiga flogfenað, skulu nú vísa serliga ans við sínum fuglum, aftaná at fuglakrím er staðfest í bæði villum fugli og heimafugli í Føroyum.

Allar Føroyar eru nú roknaðar sum ein sona, boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá.

- Av tí at fuglakrím er ein so álvarslig sjúka hjá fugli, og at ein ávísur, men tíbetur sera lítil, vandi er fyri, at fólk eisini kunnu smittast, er avgerð tikin um at gera alt landið til eina sonu har sum eigarar av flogfenaði skulu vera sera ansnir við sínum fugli. Eisini verður heitt á almenningin, sum heild, at vera gáin í náttúruni, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan. 

Higartil hevur sjúkan ikki verið atvold til álvarsama sjúku hjá fólki, men fuglakrím er staðfest í fleiri villum fuglasløgum, og er talan um smittu kring alt landið. 

Fyri at tálma smittuni mælir myndugleikin til sjey fyrilit, sum eigarar av flogfenaði skulu hava:

- Djóraeigarar skulu hava eitt serliga vakið eiga við fuglunum fyri at varnast, um fuglarnir síggja út til at vera sjúkir
- Gev Heilsufrøðiligu starvsstovuni boð, um fuglurin gerst sjúkur ella doyr
- Livandi fuglur skal ikki flytast ímillum ymisk djórahald
- Fóðra heimafuglin innandura, undir taki ella ver hjá til fuglurin er liðugur at eta
- Lat vera við at fóðra villan fugl
- Reinsa fótbúnaðin
- Minka um sambandið millum heimafugl og villan fugl

Heitt verður eisini á almenningin um at siga frá, um komið verður fram á sjúkan ella deyðan fugl. Serliga um talan er um rovfugl ella heimafugl. 

Vegna smittuvanda verða fólk biðin um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938