Brúktu kamikazedronur í álopum á Kyiv

bannari
Brúktu kamikazedronur í álopum á Kyiv
Spreingingarnar vóru miðskeiðis í høvuðsstaðnum, har ið fleiri søguligir bygningar eru
Kamikazedronur vóru brúktar í álopinum. Tílíkar dronur verða eisini nevndar sjálvmorðsdronur.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.10.2022 - 08:21

Fleiri spreingingar hava í morgun verið í Kyiv, høvuðsstaðnum í Ukraina.

Tað váttar borgarstjórin, Vitalij Klytjko, á boð- og samskiftistænastuni Telegram, skrivar tíðindastovan, Reuters.

Skrivstovan hjá ukrainska forsetanum boðar frá, at kamikazedronur vóru brúktar í álopinum. Tílíkar dronur verða eisini nevndar sjálvmorðsdronur.

Skrivstovan hjá ukrainska forsetanum skrivar eisini, at Russland skipaði fyri álopunum.

Spreingingarnar vóru miðskeiðis í høvuðsstaðnum, har ið fleiri søguligir bygningar eru.

Fleiri bygningar hava fingið skaða, og bjargingarfólk eru farin út at hjálpa.

Enn eru ikki nøkur boð komin um, at fólk eru deyð ella hava fingið skaða.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112
Týsdag 20. mai
3-2 (19. mai 2025)
192108
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018