Robert Francis Prevost nýggjur pávi og eitur Leo pávi 14.

Robert Francis Prevost nýggjur pávi og eitur Leo pávi 14.
Fyri løtu síðan gjørdist greitt, at tað verður Robert Francis Prevost, sum er ættaður úr USA, sum skal bera katólska kyndin víðari eftir Frans Páva
Leo 14. eitur tann nýggi pávin, sum teir 133 kardinalarnir í Sixtinska kapellinum komu ásamt um seint seinnapartin. Fyri løtu síðan talaði hann til risastóru fjøldina á Pæturstorginum í Rom
Mynd: Alberto Pizzoli/AFP/Ritzau Scanpix  
 
08.05.2025 - 18:18

Tað kom rættiliga óvart á, at teir 133 kardinalarnir gjørdu av at velja Robert Francis Prevost, sum gjørdist nýggjur pávi eftir at Frans pávi doyði tann 21. apríl.

Valið er søguligt, tí tað er fyrstu ferð nakrantíð, at ein amerikanari verður valdur til páva. Og valið kom eisini øgiliga óvart á, tí Robert Francis Prevost stóð ikki á nøkrum lista sum tann mest sannlíki vinnarin, nú teir 133 kardinalarnir skuldu kjósa nýggjan páva.

 

Fyrsti amerikanarin nakrantíð
Áðrenn kardinalarnir vóru sendir inn í Sixtinska kapellið, vóru serliga sjey nøvn, sum gingu aftur, og har var italiumaðurin Pietro Parolin fremstur, skrivaðu altjóða miðlar áðrenn valið byrjaði. Parolin var uttanríkisráðharri hjá Franz páva og var av eygleiðarum mettur at vera góður diplomatur og moderatur.

Ein annar var Luis Tagle úr Filipsoyggjunum, sum lutvíst er útbúgvin í USA og tí kundi hann vera við til at slætta sjógvarnar í katólsku kirkjuni í USA.

Men tað bleiv hvørgin teirra og heldur ikki favoritturin hjá Donald Trump, Raymond Leo Burke, kardinalur úr Wisconsin, sum er erkakonservativur og sum alment hevur bjóðað Frans páva av.

Ístaðin bleiv tað ein annar amerikumaður, sum als ikki hevur verið á nøkrum lista yvir favorittar. Hann eitur Robert Francis Prevost.

 

Prestur og matematikari, sum dugir væl mál
Hann er føddur í Chicago tann 14. september í 1955 og er tí 69 ára gamal. Pápin hevur franskar og italskar røtur og mamman spanskar.

Prevost hevur lisið við universitetið í Villanova í Pennsylvania og gjørdist í 1977 bachelor í matematikk, men gjørdi av at gerast prestur og tað gjørdi hann hjá augustinaraordaninum, har hann var liðugur í 1981. Árið eftir, í 1982, gjørdist hann master í gudfrøði í Chicago. Hann var tilnevndur prestur í Rom í 1982. Hann gjørdist licensiatur í halgirættarligum lógum í 1984 og doktari við Sankta Thomas Aquinas pávaháskúlan í 1987.

Nýggi pávin hevur arbeitt í Peru miðskeiðis í 80-árunum, men fór aftur til USA at arbeiða í 1999. Í 2013 vendi hann aftur til Peru og í 2015 gjørdist hann biskupur í Peru. Í sseptember í fjør varð hann tilnevndur kardinal-deknur í Santa Monika kapellinum í Rom og í februar gjørdist hann kardinalbiskuppur í Albano, sum liggur í økinum kring Rom.

Men hóast hann ikki stóð ovast á nøkrum lista, gjørdu teir 133 kardinalarnir av at velja Robert Francis Prevost til nýggjan páva, og hann fer at bera heitið Leo 14. pávi.

Hann er eisini málsliga væl fyri, tí umfamt at tosa enskt tosar hann eisini spanskt, italskt, franskt og portugisiskt, og hann dugir at lesa latín og týskt.

 

133 mans hava valt
Tað eru 133 kardinalar úr 71 londum, sum atkvøða, tá nýggjur pávi verður valdur. Talið er samansett soleiðis, at 52 kardinalar umboða Evropa, sum er best umboðaði heimsparturin, 23 umboða Asia, 20 Norðuramerika, 17 Suðuramerika og fýra umboða Australia og oyggjalondini har um vegir.

Teir hava verið "innlæstir" í Sixtinska kapellin, og tað er ikki fyrr enn tveir triðingar av kardinalunum atkvøða fyri sama manni, at hvítur roykur verður sendur úr Sixtinska kapellinum.

Tað er ikki vanligt, at tað gongur so skjótt at velja páva. Tað í sær sjálvum er ein ábending, siga altjóða miðlar, og eitt tekin um, at kirkjan skal skjótt víðari.

Klokkan 11 í dag høvdu kardinalarnir atkvøtt tríggjar ferðir uttan at finna fram til ein nýggja páva og var stegður í til atkvøtt var aftur nú seinnapartin. Tað kann taka langa tíð at finna fram til nýggjan páva, men tá byrjað varð í morgun varð mett, at tað væl kundi henda í dag og tað gjørdi tað eisini. Í fjórðu royndini.

Hoyr innslagið, sum var í tíðindasendingini klokkan 18 - tað var áðrenn navnið á nýggja pávanum var alment.

1742472

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Leygardag 17. mai
Morgunlestur leygardagur 17. mai 2025
191673
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
191963
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887
Fríggjadag 16. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191955