Fámará hevur einki kostað landskassanum

Fámará hevur einki kostað landskassanum
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, hevur svarað teimum 25 spurningunum, hann fekk frá Jógvani Skorheim, løgtingsmanni, um Fámara.
Búnaðarstovan hevur, sambært svarinum hjá Jacob Vestergaard, fingið at vita frá røktaranum, at hann í 2010 gav Johan Dalsgaard loyvi at búgva í festihúsinum við teirri treyt, at hann skuldi aftur haðani uttan freist.
 
19.08.2013 - 07:21

Fámara hevur einki kostað landskassanum. Men Jarðargrunnurin og nú Búnaðargrunnurin hevur í tíðarskeiðinum 2000-2013 havt ymsar útreiðslur av festinum, slakar 200.000 kr. frá 2000 til 2009, tá eingin búði í Fámara, og góðar 20.000 kr. síðani 2010.

Tað mesta er farið til olju og trygging og nakað til streym og umvælingar.

Jacob svarað fyrispurningi

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, hevur svarað teimum 25 spurningunum, hann fekk frá Jógvani Skorheim, løgtingsmanni, um Fámara.

Búnaðarstovan hevur, sambært svarinum hjá Jacob Vestergaard, fingið at vita frá røktaranum, at hann í 2010 gav Johan Dalsgaard loyvi at búgva í festihúsinum við teirri treyt, at hann skuldi aftur haðani uttan freist.

Sambært røktaranum varð eingin skrivlig avtala gjørd.

Mugu ikki leigast út

Búnaðarstovan gav í oktober í 2010 røktaranum boð um, at festihúsini mugu ikki leigast út. Nú er ein mánaður síðani, at Búnaðarstovan bað Fútarættin hjálpa sær at fáa fólkini í Fámara út.

Fútarætturin viðger áheitanina fríggjadagin 13.september.

Festisýn varð gjørt í Fámara í apríl 2000. Tá vóru átta maskinur á festinum, men virðið á teimum varð ikki upplýst. Onkur maskina er síðani seld, hinar eru framvgeis í Fámara.

Sambært festisýninum vóru sethúsini í "rættiliga góðum standi" og fjósið í "nøkunlunda standi" tá í 2000.

Í ringum standi

Í 2010 vóru bygningarnir í ringum standi, og tað eru teir eisini í dag, stendur í svarinum.

65 áseyðir hoyra til festið í Fámara.  Eftir at Fámara varð fest aftur, er bara eittans festi í Føroyum, sum ongan festara hevur. Tað er í Hósvik og verður brúkt til royndarbrúk.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558