Trivnaður og menning í Stranda skúla

Trivnaður og menning í Stranda skúla
Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi á Námi, heldur, at verkætlanin eigur at vera partur av gransking, har tað, sum verður sett í gongd, verður mett og mátað
Skúlin á Strondum er farin undir trivnaðar- og menningarverkætlan.
 
24.10.2022 - 08:41

- Tað er umráðandi, at fólkaskúlalógin verður dagførd, so skúlin møtir barninum, sum barnið er í dag, heldur Tóra Petersen, sálarfrøðingur og trivnaðarráðgevi hjá Námi.

Tað sigur hon við Skúlablaðið í sambandi við, at Stranda skúli er farin undir eina umfatandi trivnaðar- og menningarverkætlan, har endamálið er at fremja trivnaðin hjá barninum í øllum liðum, sum barnið er partur av.

Hugsjónin er, at tað ikki er skúlin einsamallur, ella stovnar og foreldur einsamøll, men alt umhvørvið og øll tey, ið eru um eitt barn, sum tryggja bestu karmarnar um barnið í góðum samstarvi.

 

Tóra Petersen er sálafrøðingur og trivnaðarráðgevi á Námi.

 

Eigur at vera partur av gransking

- Tá ið vit fóru í gongd, vóru vit samd um, at vit eru saman sum eitt heilt samfelag og vilja tryggja, at børnini koma væl undan, sigur Tóra Petersen.

Stóð tað til hennara, var trivnaðar- og menningarverkætlanin í Stranda skúla partur av gransking, har tað, sum verður sett í gongd, verður mett og mátað áðrenn og aftaná.

Tóra Petersen vísir á, at sambært gransking hevur góðskan á dagstovninum og góðskan í skúlanum avgerandi leiklut í, hvussu lívið hjá barninum verður.

Fólkaskúlalógin er frá 1997; í løtuni endurskoðar ein arbeiðsbólkur lógina, og sum skilst, koma fyrstu tilmælini um dagføringar í næstum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815