Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin varðveita sessirnar

bannari
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin varðveita sessirnar
Spyr.fo hevur gjørt veljarakanning fyri Portalin
Nú er minni enn ein vika til fólkatingsvalið í Føroyum. Nýggj veljarakanning vísir, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin varðveita fólkatingssessirnar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.10.2022 - 14:00

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu varðveitt fólkatingssessirnar, um val var í dag. 

Tað vísir kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin. 

Sambandsflokkurin er størsti flokkur í kanningini. Hann fær 29,9 prosent av atkvøðunum. Tað er ein framgongd upp á 1,5 prosentstig samanborið við seinasta fólkatingsval.

 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

 

Framgongdin er uppaftur størri, tá samanborið verður við seinastu kanningina hjá spyr.fo, sum bleiv gjørd fyri Kringvarpið í september. Tá fekk flokkurin 23,7 prosent, sum eru 6,2 prosentstig minni enn í nýggju kanningini. 

Næststørsti flokkur er Javnaðarflokkurin, sum fær 27,3 prosent av atkvøðunum. Tað eru 1,7 prosentstig meira enn á seinasta vali. Samanborið við seinastu kanning er talan tó um eina afturgongd upp á 6,4 prosentstig.

 

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Tjóðveldi og Fólkaflokkurin

Nógv skal broytast seinastu dagarnar av valstríðnum, um hinir flokkarnir skulu vinna annan sessin. Tjóðveldi fær 18,7 prosent av atkvøðunum, meðan Fólkaflokkurin fær 16,7 prosent. Sostatt liggja teir báðir flokkarnir ávikavist umleið 8,6 og 10,6 prosent aftan fyri Javnaðarflokkin. 

Miðflokkurin, sum ikki stillaði upp seinast, fær 4,3 prosent, og Framsókn fær 3,2 prosent, sum er 0,7 prosentstig meira enn á seinasta vali.  

11,6 prosent av teimum spurdu siga, at tey fara ikki á val, 10,2 prosent hava ikki tikið støðu, og 0,4 prosent fara at atkvøða blankt. Vallutøkan á seinasta vali var 70 prosent. 

500 fólk vóru spurd í kanningini, sum var gjørd í gjár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928