Lesandi skulu rinda eftirløn

Lesandi skulu rinda eftirløn
Frá 1. januar næsta ár skulu lesandi, ið hava aðra inntøku enn lestrarstuðul, rinda eftirløn av inntøkuni. Tað boðar TAKS frá
Summi lesandi, sum hava aðra intøku aftrat lestrarstuðlinum, skulu nú rinda eftirløn.
 
22.08.2013 - 12:01

Løgtingið samtykti í vár nýggja lóg um eftirløn, sum áleggur øllum borgarum millum 21 ár og fólkapensjónsaldur at spara saman til egna eftirløn.

Eitt prosent

Í lógini er ásett, at eftir 1. januar skal í minsta lagi 1 prosent av inntøkuni rindast til eftirløn. Tað merkir, at fær ein lesandi 5.000 krónur í løn aftrat lestrarstudninginum, skal hann rinda 50 krónur til egna eftirløn.

Eftirlønargjaldið hækkar á hvørjum ári eitt prosentstig - upp í 15 prosent í ár 2028 og seinni.

Lesandi uttanlands, sum hava varðveitt fulla skattskuldu í Føroyum, hava ikki skyldu at spara saman til egna eftirløn av pengum, sum tey tjena uttanlands. Men lesandi uttanlands, sum tjena pengar í Føroyum, skulu rinda eftirløn. Kravda eftirlønargjaldið er galdandi fyri lesandi, sum í 2014 fylla 21 ár og tey, ið eru eldri enn 21.

Og TAKS leggur aftrat, at lesandi undir 21 ár eru eisini væl komin at rinda til eftirløn, men tey SKULU ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234