Viðmerkjarar: Óvæntað at samgongan slitnaði

Viðmerkjarar: Óvæntað at samgongan slitnaði
Uppsøgnin av Jenisi av Rana, landsstýrismanni, kann vera eitt tilvitað taktiskt spæl frá honum sjálvum, tí hann í veruleikanum sjálvur vildi koyrast frá
Ingi Samuelsen gjørdi viðmerkingar til politisku støðuna í Breddanum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.11.2022 - 13:38

Tað kom óvart á politisku viðmerkjararnar í Breddanum fyrrapartin, at samgongan slitnaði í gjár. 

Teir væntaðu ikki, at misálit á Jenis av Rana, landsstýrismann, fór at verða samtykt.

Misálitið var tó ongantíð lagt fram, tí løgmaður loysti Jenis av Rana úr starvi.

 

Eirikur Lindenskov, politiskur viðmerkjari. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Uppsøgnin av Jenisi av Rana, landsstýrismanni, kann vera eitt tilvitað taktiskt spæl frá honum sjálvum, tí hann í veruleikanum sjálvur vildi verða koyrdur frá.

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum og In.fo, og Ingi Samuelsen, redaktørur á Portal.fo og blaðnum Vikuskifti, vóru gestir í Breddanum fyrrapartin:

 

09112022_Ingi_og_eirikur

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065