Formansumfar í sjónvarpinum

bannari
Formansumfar í sjónvarpinum
Valstríðið í Kringvarpinum byrjar í kvøld
Henda myndin er frá formansumfarinum í sjónvarpinum upp undir fólkatingsvalið. Í løtuni er ógreitt, hvør fer at umboða Fólkaflokkin í sendingini í kvøld, nú Christian Andreasen hevur lagt frá sær sum formaður.
 
10.11.2022 - 14:17

Løgtingsval verður 8. desember, og valstríðið í Kringvarpinum byrjar eftir Dag og Viku í sjónvarpinum í kvøld.

Tá verður orðaskifti millum forfólkini í teimum sjey flokkunum.

Tey eru Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum, Høgni Hoydal í Tjóðveldi, Jenis av Rana í Miðflokkinum, Ruth Vang í Framsókn og Sámal Petur í Grund í Sjálvstýri.

Christian Andreasen er farin frá sum formaður í Fólkaflokkinum, og í løtuni er ikki greitt, hvør fer at umboða Fólkaflokkin í sendingini.

John Johannessen verður vertur.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210