Bjarni Arge ætlar sær í løgtingið

bannari
Bjarni Arge ætlar sær í løgtingið
Fyrst ætlaði onnur helvtin av Amatøroyum sær á fólkating, nú vil hin á løgting
Bjarni Arge úr Amatøroyum dugir at fáa fólk at flenna. Spurningurin er, um hann eisini dugir at fáa fólk at velja seg
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.11.2022 - 20:55

Bjarni Arge frá kenda satirupoddvarpinum Amatøroyar dugir at fáa fólk at flenna.

Spurningurin er nú, um hann eisini dugir at fáa fólk at velja seg. 

Bjarni Arge gongur í fótasporunum hjá hinari helvtini av Amatøroyum og stillar upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin. Jóan Pauli Dahl Jakobsen stillaði herfyri upp til fólkatingið fyri Javnaðarflokkin. 


Jóan Pauli Dahl Jakobsen undir valstríðnum í sambandi við fólkatingsvalið. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Í sínari Facebook-fráboðan skrivar Bjarni Arge:

"Tá valið bleiv útskrivað, spurdi eg nøkur skilagóð fólk: Hvat er tykkara fyrsta kensla um valið? Tann eina svaraði púra einfalt: Vón. Tað var rættiliga beinrakið, haldi eg. Eitt val er mest av øllum ein vón. Ein vón um, at nakað verður betri. At ein ávísur persónur, flokkur ella løgting kann broyta eitt samfelag til tað betra."

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846