Bráðfeingis játtanarlógin einmælt samtykt

Bráðfeingis játtanarlógin einmælt samtykt
Sambært lógini kann landsstýrið krevja skatt og rinda neyðugar útreiðslur
Tingfundurin fyrrapartin var tann seinasti hjá Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni. Hann gevst nú í politikki. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
15.11.2022 - 11:20

Løgtingið hevur einmælt samtykt bráðfeingis játtanarlóg fyri 2023. 

Sambært lógini kann landsstýrið krevja beinleiðis og óbeinleiðis skattir, og landsstýrið fær eisini heimild til at rinda neyðugar útreiðslur, soleiðis at landshúsarhaldið ótarnað kann fara fram, og skyldur verða hildnar.

Orsøkin til fyribils játtanarlógina er, at løgtingsval er útskrivað í ótíð, og at løgtingið ikki verður liðugt at viðgera fíggjarlógaruppskotið, sum var lagt fram í heyst.

Ein samd fíggjarnevnd tók undir við uppskotinum um bráðfeingis játtanarlóg, sum var endaliga samtykt við atkvøðunum hjá øllum 29 tingfólkunum, sum vóru í tingsalinum seinasta tingfundin fyri valið.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938