- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samstarv millum kommunur og Almannaverkið ikki nóg gott
Stjórin í Kommunufelagnum skilur ikki, at støðan er farin so langt, sum hon er í hesum døminum, har eitt barn nú skal á stovn, tí fosturfamiljan ikki fær neyðugu hjálpina frá Almannaverkinum.
Tað var í seinastu viku, at Øssur og Vivian boðaðu myndugleikunum frá, at tey ikki megnaðu longur. Hóast eitt greitt tilmæli var gjørt um, at tey sum fosturforeldur at barnið við serligum tørvi, átti at fingið umlætting, kundi Almannaverkið ikki veita teimum hetta.
Tann nú 12 ára gamli drongurin byrjaði at koma til Øssur og Vivian í 2015. Síðani 2017 hevur hann búð fast hjá teimum, og í 2019 gjørdust tey fosturforeldur. Drongurin hevur serligan tørv. Hann hevur autismu, ADHD, er seinmentur og hevur aðrar diagnosur. Drongurin hevur havt ymisk tilboð, men fleiri av teimum eru tikin frá honum aftur.
Í 2021 var ein longri frágreiðing gjørd, har serfrøðin mælti til, at drongurin fer til umlætting nøkur vikuskifti eins og feriur. Men Øssur og Vivian hava einki tilboð fingið, hóast tey hava søkt fleiri ferðir og hóast onnur foreldur í líknandi støðu hava fingið umlætting fyri teirra barn
Arbeiðsbýtið millum kommunurnar og Almannaverkið ikki greitt
Eyðun Chistiansen, stjóri í kommunufelagnum heldur, at støðan er absurd, tí hon er verri bæði fyri borgarar og myndugleikar. Fosturfamiljan er skuffað, barnið verður koyrt á stovn og tað kostar meira fyri landskassan.
Stjórin í Almannaverkinum, Edward Heen, var eisini greiður í Degi og viku fríggjakvøldið, tá hann segði, at hetta eigur ikki at henda. Uppgávubýtið millum almennu og kommunalu myndugleikarnar ikki er nóg greitt, segði hann.
Hesum er stjórin í Kommunufelagnum samdur í. Barnið hevði við stuðli frá Almannaverkinum kunnu rúmast hjá eini fosturfamilju, metir Eyðun Christiansen. Men uppgávubýtið millum tað almenna og tað kommunala er ikki greitt nokk, og hetta er orsøkin til, at børn sum hesi detta niður ímillum skipanirnar.