Stórt minningarhald í Auschwitz

Stórt minningarhald í Auschwitz
Í ár eru liðin 80 ár, síðani russiski herurin tók seg inn í týningarleguna og fríaði fangarnar
Millum teirra, sum eru við til minningarhaldið í Auschwitz í dag, eru fólk, sum komu frá lívinum í týningarleguni.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
27.01.2025 - 14:13

Stórt minnigarhald er í fyrrverandi týningarleguni Auschwitz í Póllandi í dag í samband við, at 80 ár eru liðin síðani russiski herurin tók seg inn í leguna og setti teir 7.000 fangarnar, sum enn vóru har, í frælsi. 

Kongalig, stjórnarleiðarar og embætisfólk úr øllum heiminum eru til minningarhaldið, sum verður mett at vera seinasta stóra minnigarhald, har fólk, sum yvirlivdu týningarleguna, eru við.

Sambært the Guardian eru umleið 50 fólk framvegis á lívi, sum sótu í Auschwitz. Og tað vera tey, sum fara at mynda dagin. 

- Í ár seta vit sjóneyku á tey, sum sluppu við lívinum, og boðskapin hjá teimum, sigur Pawel Sawicki, talsmaður fyri Auschwitz-savnið, og leggur aftrat:

- Vit vita øll, at til 90 ára haldið verður ikki møguligt at savna ein stóran skaraa. Tí verða ongar røður frá politikarum. 

 

Pólski forsetin Andrzej Duda til minningarhaldið í Auschwitz í dag. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Millum teirra, sum eru til minningarhaldið, eru pólski forsetin Andrzej Duda, Charles kongur í Bretlandi, Felipe kongur í Spania, franski forsetin Emmanuel Macron, týski kanslarin Olof Scholz og danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen.

Russland plagdi at vera við til minningarhaldið, men er ikki boðið við, síðani russisku innrásina í Ukraina. 

Mett verður, at umleið 1,1 millión fólk, av teimum ein millión jødar, vóru dripin í Auschwitz í øðrum veraldarbardaga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221