Heim, kæra heim: Sí myndir úr vøkru húsunum í fyrsta parti

Heim, kæra heim: Sí myndir úr vøkru húsunum í fyrsta parti
Í “Heim, kæra heim” lúra vit inn í tvey sera ymisk hús, sum tó hava vakurleikan og hugnan til felags  
 
27.01.2025 - 14:43

Í Miðvági búgva Tanja Lið og Allan Eiriksson í nýggja húsinum, tey sjálv hava teknað. Her er modernað við stórum alrúmi, nógvum vindeygum og einum biografi. Eisini vitja vit søguliga ognina í Gongini í Havn, Nólsoyarstovu, sum upprunaliga er frá seinast í 1700-talinum. Anna Maria og Hans Østerø keyptu í 2019 eyðkenda bygningin, og seinastu árini hevur parið heildarumvælt Nólsoyarstovu, soleiðis at bygningurin í dag hevur tríggjar serstakar og áhugaverdar íbúðir. 

Fyrsti partur av Heim, kæra heim er tøkur her.


Nýbygd hús í Miðvági


Í Miðvági vitja vit í nýggjum húsum við millum annað biografi og hems við heilt serstøkum útsýni.



Í desember 2020 fluttu Tanja og Allan inn í húsini, sum tey sjálv hava teknað. Húsini eru akkurát, sum tey droymdu um.



Tey siga, at tað ber til at fáa síni dreymahús og halda seg til eina fíggjarætlan. Tað snýr seg um at raðfesta rætt.


Tað byrjaði við hjartarúminum – einari hugnaligari miðstøð, har øll familjan er saman.


Tey hava raðfest at hava smá sovikømur, men eisini eitt spælikamar við biografi, borðfótbólti og borðspølum til bæði stór og smá.


Tætt at náttúruni og bygdarlívinum, har árstíðirnar seta síni eyðkenni. Tað hevur altíð havt stóran týdning fyri hjúnini.


Tey funnu ongantíð júst rætta borðið. So tey gjørdu tað sjálv burtur úr nýggjum og gomlum tilfari.


Teirra ráð til onnur, ið skulu byggja hús, er at hava framtíðina í huga. Børnini vaksa, og tørvurin broytist við tíðini.


Húsini eru væl gagnnýtt – bæði praktiskt og snilt.


Stílurin er ein góð samanseting av nýggjum innbúgvi og endurnýtslulutum.


Nólsoyarstova - heildarumvæld hús á Kongabrúnni í Havn


Nólsoyarstova, sum seinastu 5 árini er umvæld til tríggjar marglætisíbúðir, er eitt satt søguligt íkast við nýmótans góðsku.


Tað sigst, at hesir veggir tala søgur heilt frá 1700-talinum.


Jákup Nolsøe keypti húsini saman við beiggja sínum, Pálli Nolsøe, sum vit eisini kenna sum Nólsoyar Páll.


Gjøgnum tíðina hava húsini hýst Tjaldurs apoteki, Realinum, Valutamiðstøðini, Reiðarafelagnum og enntá eini matstovu í 1990unum.


Húsini eru býtt sundur í tríggjar marglætisíbúðir, har trappurnar eru varðveittar í upprunaliga stílinum.


Um hesa gáttina hava allar helst fleiri kendir føroyingar gingið um og fingið sær eina góða sigar í privatinum.


Húsini hava nógv ymiskt áhugavert innbúgv. Eitt nú ber til at síggja flotta stólin frá Guðrun og Guðrun og sniðgjørdar radiatorar.


Vesið er nýmótans, men fylgir framvegis tí klassiska og søguliga stílinum, ið eyðkennir húsini.


Úr køkinum er gott útsýni yvir Kongabrúnna, sum bert hómast á myndini.
 


Ovast í húsinum finnur tú eina taktarassu, har tú kanst droyma teg burtur – kanska heilt út til tornið við heimsins enda.

Annar partur av Heim, kæra heim verður í sjónvarpinum og á KVF Sjón hósdagin 30. januar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta í Vágs kirkju
207283
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227