Rendi seg í kekkiskt ódnarveður

Rendi seg í kekkiskt ódnarveður
Hanus Sørensen fekk sín fyrsta dyst á føroyska A-landsliðnum, tá ið hann og liðfelagarnir rendu seg í kekkiskt ódnarveður á Andrův stadion í Olomouc
Hans Erik Danielsen/FSF
16.11.2022 - 23:30

Vorðið sum elddópur.

Hanus Sørensen fekk sínar fyrstu minuttir fyri Føroyar í venjingardystinum ímóti kekkum, sum ikki spardu upp á krútið. 

Føroyingarnir vóru undir hørðum trýsti frá byrjan og máttu síggja Mojmír Chytil skjóta bæði eitt, tvey og trý mál upp á tíggju minuttir tíðliga í dystinum.

 - Vit eru undir trýsti alla tíðina og royna at halda teimum frá kjansum so leingi, sum gjørligt, segði ungi HB-bakkurin eftir dystin.

Kekkia økti til 4-0 fyri steðgin, og gott korter fyri leiklok skoraðu teir sítt fimta mál. 

 - Tað broytist ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, tá vit traðka fram og tora at hava bóltin og bróta upp úr verjuni og spæla eitt sindur meir, segði Hanus Sørensen. 

Sí samrøðuna við Hanus Sørensen í innslagnum omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482