Starvsstovan stongdi sjey matstøð

Starvsstovan stongdi sjey matstøð
Kanningin var gjørd í summar, og allar eftirlitsvitjanirnar vóru ófráboðaðar
Heilsufrøðiliga starvsstovan kannaði 49 støð, sum selja pitsa og grillmat. (Savnsmynd)
 
18.11.2022 - 08:26

Sjey matstøð vóru stongd alt fyri eitt, tá Matvørudeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni kannaði 49 støð, sum selja pitsa og grillmat.

Á 12 støðum var reinførið ikki nóg gott. Men nógva staðni var tað sera gott.

Kanningin var gjørd í summar. Allar eftirlitsvitjanirnar vóru ófráboðaðar. 

Kanningin umfataði reinføri, og hvussu fritura og sharwarmaspjót vóru handfarin. 

Sum heild er heilsufrøðiliga støðan í matstovum og á pitsa- og grillstøðum í Føroyum í 2022 í lagi, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan. 

Men tað kann blíva betri, serliga kunnu hølini verða betur reingjørd.

 

 

42 prosent nøktandi reinhald

42 prosent fingu talið eitt fyri reinhald. Eitt merkir, at reinhaldið er nøktandi.

Ein triðingur fekk talið tvey, tað er, at okkurt kann gerast betri.

Men 25 prosent, fjórðingurin, fekk trítalið. Og tá er reinhaldið ikki í lagi.

Sharwarmaspjótini vóru í nógv flestu førum í lagi. Hjá stórum meiriluta teirra, sum brúktu frituru, vóru viðurskiftini í lagi.  

Í mai, tá átakið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni byrjaði, vóru 205 løggild matstøð í Føroyum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400