- Hetta er dreymurin

- Hetta er dreymurin
Noah Mneney spældi eins og Andrias Edmundsson sín fyrsta dyst fyri føroyska A-landsliðið. Hann var glaður fyri møguleikan, og ætlar sær at arbeiða uppaftur harðari næsta ár
Hans Erik Danielsen/FSF
20.11.2022 - 00:09

 - Hetta er heilt fantastiskt! 

Orðini eigur Noah Mneney, sum spældi sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar í 1-1 javnleikinum ímóti Kosovo í Pristina leygardagin.

Noah Mneney byrjaði inni undir liðini á René Shaki Joensen í sentrala miðvøllinum, og spældi væl - serliga fyri steðgin, tá hann vann nógvar bóltar og tordi at seta ferð á frameftir.

Næsta ár verður EM-undankapping, og Noah Mneney ætlar at leggja nógv fyri í royndini at spæla seg til eitt fast pláss í landsliðshópinum.

 - Tað er at arbeiða harðari og kanska bíta seg fastari á landsliðið. Hetta er jú bara ein smakkur av tí, haldi eg, og nú ræður um at vísa, at mann er komin fyri at vera, segði miðvallarin úr Víkingi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329