BBC-journalistur handtikin í Kina

BBC-journalistur handtikin í Kina
Hann var sligin og sparkaður í varðhaldinum, áðrenn hann var latin leysur aftur
Mótmælisgongur hava verið í Kina seinastu tíðina móti koronutiltøkunum, og í gjár var ein journalistur hjá BBC handtikin, meðan hann var til arbeiðis í sambandi við mótmælisgonguna í Shanghai.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.11.2022 - 09:37

Ein journalistur hjá bretska kringvarpinum BBC var í gjár handtikin, meðan hann var til arbeiðis í sambandi við eina mótmælisgongu í Shanghai móti koronutiltøkunum, sum myndugleikarnir hava sett í gildi.

Uttanríkisráðið í Kina sigur í dag, at BBC-journalisturin ikki eyðmerkti seg sum journalist, skrivar Reuters.

BBC skrivar m.a. um hendingina á Twitter, at Ed Lawrence var handtikin og lagdur í handjørn. 

 

Sligin og sparkaður

Hann var í varðhaldi í fleiri tímar, har løgreglan sló og sparkaði hann. Seinni var hann latin leysur aftur. 

- Tað er álvarsligt, at ein av okkara journalistum verður álopin, meðan hann er til arbeiðis. Vit hava hvørki fingið frágreiðing ella umbering frá myndugleikunum í Kina annað enn, at hann var handtikin fyri at verja hann fyri koronusmittuni í stóru mannamúgvuni, skrivar BBC á Twitter.

Deildarstjórin í kinesiska uttanríkisráðnum, Zhao Li-jam, segði í dag, at hann hevur lisið fráboðanina hjá BBC um hendingina, men at tað samsvarar ikki við tað, sum í veruleikanum hendi, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. desember
Guðstænasta úr Rituvíkar kirkju
201982
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871