Færri stilla upp hesa ferð

bannari
Færri stilla upp hesa ferð
Síðani vit fingu eitt valdømi, hevur talið á valevnum verið støðugt, millum 168 og 179
Færri valevni verða á atkvøðuseðlinum til løgtingsvalið hesa ferð enn í 2019. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
28.11.2022 - 09:49

Færri valevni stilla upp til løgtingsvalið hesa ferð enn á valinum í 2019. 

169 valevni stilla upp til løgtingsvalið 8. desember. Í 2019 stillaðu 179 valevni upp, vísir eitt yvirlit hjá valúrslit.fo 

Á løgtingsvalinum hesa ferð stilla sjey flokkar upp. Níggju flokkar stillaðu upp í 2019. Hvørki Føroyaflokkurin ella Framtakið – fyri rættinum at velja kannabis – stilla upp hesa ferð.

Síðani Føroyar vóru skipaðar sum eitt valdømi í 2008, hevur talið á valevnum verið støðugt, og tað hevur verið millum 168 og 179.

Javnaðarflokkurin hevur flest valevni, tilsamans 36. Miðflokkurin hevur fæst valevni, tilsamans 14.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938