Valplakatir kunnu vera til ampa

Valplakatir kunnu vera til ampa
Løgreglan sigur, at valplakatir, sum hanga yvir gongubreyt, eiga at fylgja somu reglum sum fyri ferðsluskelti
Løgreglan ger vart við, at valplakatir kunnu vera til bága fyri ferðsluna. (Savnsmynd: Landsverk)
 
30.11.2022 - 13:22

Løgreglan heitir á politisku flokkarnar um at ansa eftir, so valplakatirnar ikki eru til bága fyri ferðsluna.

- Fleiri staðni í Havn hanga nógvar valplakatir alt ov lágt og koma langt inn yvir gongubreytina. Hetta kann serliga vera til vanda fyri sjónveik, sigur løgreglan.

Løgreglan sigur, at valplakatir, sum hanga yvir gongubreyt, eiga at fylgja somu reglum sum fyri ferðsluskeltir. Ferðsluskelti skulu hanga 2,2 metrar uppi yvir gongubreytini, og 2,3 metrar yvir súklubreyt - tá verður mált frá vegnum upp til undirkandin á skeltunum, og tískil eisini plakatunum.

Tað er ikki loyvt at festa valplakatir á steyrar við ferðsluskeltum við gonguteigar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360