40 prosent av valevnunum eru kvinnur

40 prosent av valevnunum eru kvinnur
Demokratia fegnast um gongdina, men samanborið við onnur Norðurlond eru vit framvegis eftirbátur
67 kvinnur verða á atkvøðuseðlinum á løgtingsvalið 8. desember.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.12.2022 - 08:28

Seinastu tíðina hevur avbjóðingin av vantandi javnstøðu á uppstillingarlistunum fingið nógva umrøðu. Og úrslitið er, at kvinnurnar, sum bjóða seg fram til hetta løgtingsvalið, eru fleiri í tali samanborið við undanfarin val.

Tað staðfestir Demokratia.

Tá listarnir hjá øllum flokkunum verða taldir saman, er býtið millum kynini til hetta løgtingsvalið 67 kvinnur og 99 menn. Sostatt eru 40 prosent av valevnunum kvinnur.

 

Fyrsta stigið

- Vit gleðast um hendan batan. Tí javnstøða á uppstillingarlistunum er fyrsta stigið á leiðini til at fáa javnari kynsumboðan í politikki. Men tað er eins neyðugt, at veljarin veruliga fær høvi at hoyra, hvørjar áskoðanir og hjartamál tey nýggju valevnini hava fyri Føroyar. Tí røddirnar eru so nógvar í tali, skrivar Demokratia.

Men eingin ivi er um, at røddirnar eru sterkar og áskoðarnirnar fjølmentar. Tað var staðfest á valkvøldinum hjá Demokratia í Smæruni týskvøldið í hesi vikuni, tá 14 nýggjar kvinnurøddir sluppu til orðanna.

 

Framvegis eftirbátur

Demokratia hevur til endamáls at virka fyri, at talið á kvinnum á løgtingi og í kommunustýrunum økist, so umboðanin samsvarar á leið við umboðanina í hinum Norðurlondum.

- Enn eru vit eftirbátur samanborið við onnur Norðurlond. Men tann 8. desember hava vit øll møguleikan til at flyta Føroyar fram á javnstøðuleið, skrivar Demokratia.
 

Sí uppstillaðu kvinnurnar til løgtingsvalið her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938