Veljarakanning: Fólkaflokkurin hevur fótað sær

bannari
Veljarakanning: Fólkaflokkurin hevur fótað sær
Tað skal meira enn eitt formansskifti mitt í valstríðnum til at koppa Fólkaflokkinum. Flokkurin hevur fótað sær og stendur til at fáa sjey tingfólk hósdagin
Fólkaflokkurin eigur sera trúgvar veljarar, tí flokkurin tykist hava fótað sær hóast alt innanhýsis rumblið og formansskiftið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.12.2022 - 18:05

Fólkaflokkurin eigur nakrar av trúgvastu veljarunum í landinum.

Hóast flokkurin lá í opnum stríði, júst sum løgtingsvalið var útskrivað, og alt endaði við formansskifti, so tykist Fólkaflokkurin hava fótað sær.

Tað staðfestir veljarakanning, ið Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Kringvarpið.

 

Javnaðarflokkurin størstur

Sambært kanningini, stendur Javnaðarflokkurin til at vinna løgtingsvalið hósdagin við 25,9 prosentum av atkvøðunum. Tað gevur flokkinum níggju tingsessir. 

Ein framgongd frá seinasta vali upp á 3,7 prosentstig

Javnaðarflokkinum á baki koma Fólkaflokkurin og Tjóðveldi, sum báðir standa til at fáa 19,8 prosent av atkvøðunum.

Tað gevur sjey tingfólk í part. 

Tjóðveldi hevur eina framgongd upp á 1,7 prosentstig í mun til løgtingsvalið í 2019, meðan fyri Fólkaflokkin er talan um eina afturgongd upp á 4,7 prosenstig.  

Tað merkir, at sambært kanningini, ið Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Kringvarpið, missir Fólkaflokkurin ein tingsess, meðan Tjóðveldi fær ein aftrat samanborið við løgtingsvalið í 2019. 

 

Sambandsflokkurin seks sessir

Sambandsflokkurin fær 18,3 prosent av atkvøðunum í kanningini, sum er ein afturgongd upp á tvey prosentstig samanborið við løgtingsvalið í 2019.

Tað merkir, at Sambandsflokkurin missir ein tingsess og fær seks. 

Av teimum smáu flokkunum klárar Framsókn seg best í kanningini. Ein framgongd á 3,2 prosentstig og eitt úrslit á 7,8 prosent er kortini ikki nokk til ein triðja tingsess. 

Miðflokkurin varðveitir eisini sínar tveir tingsessir við eini framgongd á 0,8 prosentstig. Flokkurin fær 6,2 prosent av atkvøðunum. 

Sjálvstýri kemur ikki upp um tinggáttina í nýggjastu kanningini. Flokkurin hevur eina afturgongd á 1,2 prosentstig og fær einans 2,2 prosent av atkvøðunum.

 

 

Tingmannabýtið sær soleiðis út sambært veljarakanningini, ið Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Kringvarp Føroya. 

 

Ve

 

Um kanningina

  • Frágreiðingin er grundað á telefonkanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt í tíðarskeiðnum 1. til 3. desember 2022.
  • 536 tilvildarliga útvaldir persónar, 18 ár og eldri, hava svarað kanningini. 
  • Tey eru øll navnleys. 
  • Svarini eru politiskt vektað í mun til, hvat fólk valdu seinasta løgtingsval. 
  • 40 mánaðir eru síðani seinasta løgtingsval.
  • Hvussu rættvísandi eitthvørt úrslit er, veldst um, hvussu nógv fólk hava svarað júst hetta. Um til dømis 20% af svarpersónunum siga, at tey velja Fólkaflokkin, eru sannlíkindini 95% fyri, at millum 16,6% og 23,4% av Føroya fólki velja Fólkaflokkin. (Konfidensinterval/trúnaðarstrekki +/- 3,4%)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608
Mánadag 2. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203606
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561