Embætisfólkini næstu ferð

Embætisfólkini næstu ferð
Nýggi rammusáttmálin millum Føroyar og Ísland merkir, at frameftir verða tað ikki politikarar, men embætisfólk, ið skulu samráðast.
 
10.12.2022 - 17:48

Sínámillum fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland fyri 2023, sum Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Svandís Svavarsdóttir, íslendskur matvørumálaráðharri, skrivaðu undir í vikuni, verður helst tann seinasta av sínum slagi.

Fiskiveiði­samráðingarnar millum Føroyar og Ísland hava higartil altíð verið á politiskum stigi, men í nýggja rammusáttmálanum millum londini verður lagt upp til, at tær hereftir verða á embætismannastigi.

Rammusáttmálin, ið Jenis av Rana, skrivaði undir sum landsstýrismaður í uttanríkismálum, kemur í staðin fyri semjuna landanna millum frá 1976.

Sáttmálin skal tó fyrst samtykkjast í Løgtinginum og íslendska Altinginum, áðrenn hann fær gildi.

Taka Løgtingið og Altingið undir við rammusáttmálanum, verður núverandi fiskiveiðiavtalan tann seinasta, sum er gjørd á politiskum stigi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655