Ramaphosa heldur fram sum ANC-leiðari

Ramaphosa heldur fram sum ANC-leiðari
Ramaphosa vann á mótvalevninum, Zweli Mkhize
Cyril Ramaphosa, forseti í Suðurafrika, heldur fram sum formaður í ANC.
 
19.12.2022 - 17:00

Cyril Ramaphosa er afturvaldur til formann fyri ANC-flokkin, African National Congress. 

Tað merkir, at hann eisini verður forsetavalevni hjá flokkinum á valinum í 2024, hóast hann seinasta hálva árið fleiri ferðir er lagdur undir at hava brotið grundlógina og fyri mutur.

Ramaphosa vann á mótvalevninum, Zweli Mkhize. Ramaphosa fekk 2.476 atkvøður og Mkhize 1.897.

ANC hevur síðani apartheid-stýrið greitt verið størsti flokkur í landinum.

 

Muturgølur

Nelson Mandela var leingi leiðari fyri flokkin, men eftir at Mandela legði frá sær, hava fleiri leiðarar verið uppi í muturgølum.

Nýggi varaformaðurin í flokkinum er Paul Mashatile. 

Sambært blaðnum Mail and Guardian, hevur Ramaphosa seinasta samdøgrið roynt at forða Mashatile at gerast varaformaður.

Forsetin skal hava ringt til tvey mótvalevni hjá Mashatile og heitt á tey um at taka seg av listanum, soleiðis atallar atkvøðurnar fara til eitt av mótvalevnunum hjá Mashatile. Men tað var av ongum.

Ramaphosa hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084