Fingið longda freist at skipa samgongu

Fingið longda freist at skipa samgongu
Málsøkjabýtið og talið á landsstýrissessum eru eftir at avgreiða
Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.12.2022 - 12:47

Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, hevur fingið freist til tingfundin hósdagin at skipa landsstýri.

Á middegi var samráðingarleiðarin hjá Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni, og bað um longda freist, tí enn eru málsøkjabýtið og talið á landsstýrissessum eftir av avgreiða.

Hoyr samrøðu, sum Hallur av Rana gjørdi við Aksel V. Johannesen í ítvarpstíðindunum:

 

20122022_Aksel_longda_freist

 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Samráðingarleiðarin hevur fingið longda freist frá løgtingsformanninum.

 

Hallur av Rana frittar Aksel V. Johannesen um gongdina í samgongutingingunum.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Enn eru ikki allar súðir syftar í samráðingunum.

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn. Enn eru ikki allar súðir syftar í samráðingunum. Freistin er longd til tingfundin hósdagin. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523