Býtið av landsstýrissessum dregur út

bannari
Býtið av landsstýrissessum dregur út
Enn er eingin hvítur roykur úr løgtinginum, har Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn samráðast um nýggja samgongu
Samráðingarnar um býtið av landsstýrissessum draga út í løgtinginum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.12.2022 - 23:40

Samráðingarnar um eina nýggja samgongu draga út, hóast samgonguskjalið er skrivað. 

Tað býtið av landsstýrissessunum, sum liggur í buktini, nú samráðingarnar eru farnar um midnátt. 


Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, á veg inn aftur til samráðingar við Tjóðveldi og Framsókn, sum nú hava verið í átta dagar (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

 

Ósemja er eisini um talið av landsstýrisfólkum, skilst á lagnum. 


Sirið Stenberg úr Tjóðveldi og Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

 

John Johannessen, journalistur, tosaði við Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðara og formann í Javnaðarflokkinum, í Degi og viku. 

20221220_NET_SAMGONGUSAMRADINGAR

 

In.fo veit at siga, at semja er um, at ríkisveitingin skal lækka 25 milliónir krónur um árið hetta valskeiðið, altso samanlagt 100 milliónir krónur. Og at Ruth Vang skal vera landsstýriskvinna í fíggjarmálum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028