Bjørt løgtingsforkvinna og Aksel løgmaður

Bjørt løgtingsforkvinna og Aksel løgmaður
Løgmaður hevur tilnevnt tilsamans níggju landsstýrisfólk
Bjørt Samuelsen er nýggj løgtingsforkvinna. Her heilsar hon upp á Aksel V. Johannesen, sum verður nýggjur løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.12.2022 - 11:09

Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi er nýggj løgtingsforkvinna.

Hon var einmælt vald og fekk allar 33 atkvøðurnar í nývalda løgtinginum.

Løgtingið hevur tilnevnt Jóhannis Joensen í Javnaðarflokkinum til fyrsta næstformann og Johan Dahl í Sambandsflokkinum til annan næstformann. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er tilnevnd at vera triðja næstforkvinna í løgtinginum. 

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkurin, er valdur til løgmann.

25 tingfólk atkvøddu fyri, at Aksel V. Johannesen, sum hevur verið samráðingarleiðari, skal vera løgmaður.

 

Landsstýrisfólkini

Løgmaður hevur tilnevnt Ingilín Didriksen Strøm, Djóna Nolsøe Joensen og Margit Stórá landsstýrisfólk fyri Javnaðarflokkin.

Høgni Hoydal, Sirið Stenberg og Dennis Holm vera landsstýrisfólk fyri Tjóðveldi, og Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen vera landsstýrisfólk fyri Framsókn.

Av tí at øll landsstýrisfólkini hava sæti í løgtinginum, koma varafólk í tingið fyri tey. 

 

Tey níggju landsstýrisfólkini fáa hesi málsøki:

Aksel V. Johannesen, løgmaður
Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógar- og innlendismálum

 

Varafólk í tinginum

Av tí at øll landsstýrisfólkini hava sæti í løgtinginum, eru varafólk komin í tingið fyri tey. 

Tey eru Súsanna Bertholdsen, Kristianna Winther Poulsen, Hans Jacob Thomsen og Kim Durhuus fyri Javnaðarflokkin.

Eirikur í Jákupsstovu, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard fyri Tjóðveldi og Karlot Hergeirsson og Hanna Jensen fyri Framsókn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375