Smoltstøðin við Ónavík góðkend

Smoltstøðin við Ónavík góðkend
Umhvørvisstovan hevur góðkent ætlanina hjá Bakkafrosti um smoltstøð við Ónavík á Lopransfirði
 
29.12.2022 - 08:32

Umhvørvisstovan hevur góðkent ætlanina hjá Bakkafrosti um smoltstøð við Ónavík á Lopransfirði. Ætlanin er at fylla grót út á sjógv og síðani byggja smoltstøð.

Umhvørvisárinsmetingin um smoltstøðina var 8. november løgd til almenna hoyring. Eingin viðmerking kom.

Niðurstøðan hjá SMJ, sum gjørdi kanningina fyri Bakkafrost, er, at tað fer at hava eina avmarkaða og staðbundna ávirkan at fylla út á sjógv og byggja smoltstøðina.

Og ávirkanin verður bara ta tíðina, sum tað tekur plantulívinum og djóralívinum at endurstovna seg.

Uppskotið um góðkenningina var 6. desember sent Vágs kommunu og Sumbiar kommunu til hoyringar.

Vágs kommuna viðmerkti, at ikki var samsvar millum upplýsingarnar í árinsmetingini og tí tilfari, sum kommunan fekk. 

Bakkafrost Farming upplýsti, at upplýsingarnar til Vágs kommunu vera dagførdar.

Sumbiar kommuna hevði onga viðmerking, skrivar Umhvørvisstovan.

Smoltstøðin fer at brúka 100 rúmmetrar av vatni um tíman. Vatnið verður tikið úr Sumbiar-bergholinum. 

Avgerðin hjá Umhvørvisstovuni kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum í seinasta lagi 18. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846