Fleiri deyð í amerikanska kavastorminum

Fleiri deyð í amerikanska kavastorminum
Talið av deyðum í kavastorminum í USA um jólini er nú hækkað upp í 61, boða lokalir myndugleikar frá.
Myndir úr býnum Buffalo, New York, tann 27. desember.
Mynd: Joed Viera/AFP/Ritzau Scanpix  
 
30.12.2022 - 10:06

Talið av deyðum í kavastorminum í USA um jólini er nú hækkað upp í 61, boða lokalir myndugleikar frá.

Erie County í statinum New York er ringast rakt. Har eru 39 fólk deyð orsakað av kavastorminum. Flestu offur er funnin í býnum Buffalo.

Lokalir myndugleikar óttast nú fyri vatnflóð, tá ið lýkka kemur í aftur og blot kemur í kavan.

Vetrarstormurin hevði sjáldsama nógvan kulda við sær í annars vanliga heitum statum, sum Texas og Florida, og flogferðslan hevur verið nógv darvað.

Bara Southwest Airlines avlýstu 15.000 fráferðir í eina góða viku.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391