Mikkel Dahl aftur í HB

Mikkel Dahl aftur í HB
Toppskjúttin hjá HB í 2021, Mikkel Dahl, er aftur í reyðu og svørtu blusuni. Danski framherjin skeyt 42 mál í 47 dystum, men hevur ikki staðið seg væl í Íslandi síðsta árið
Mikkel Dahl er aftur í HB eftir eitt miseydnað ár í Íslandi
Mynd: HB  
 
09.01.2023 - 15:43

Danski framherjin, Mikkel Dahl, er aftur í reyðu og svørtu HB-blusuni.  

Tað skrivaði in.fo fyrr í dag, og tað kunngerð felagið nú á facebook.

Mikkel Dahl kom til HB á sumri í 2020, og var við til at tryggja felagnum greipuna. Árið eftir skeyt framherjin ikki færri enn 27 landskappingarmál, men fór úr HB áðrenn steypakappingin var avgreidd eftir ósemju um lønarviðurskiftini. Tilsamans skeyt Mikkel Dahl 42 mál í 47 dystum.

Farna kappingarár spældi 29 ára gamli danin við Leikni í bestu íslendsku deildini, men har endaði tað við niðurflyting.

Mikkel Dahl hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála við HB.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025