Rættarnevndin biðið um longda freist

Rættarnevndin biðið um longda freist
Í løtuni eru fimm uppskot um tunlar í rættarnevndini, og kanska fær nevndin eitt aftrat
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir er forkvinna í rættarnevndini
 
04.09.2013 - 10:05

Rættarnevndin fer fyribils ikki at viðgera tunnilsuppskotini, og hevur biðið um longda freist at viðgera uppskotini. Tað sigur forkvinnan í nevndini, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir.

Fríggjadagin er ein mánaður, síðani løgtingið hevði fyrstu viðgerð av uppskotunum, og vanligt er, at nevndarviðgerðin ikki skal vara longur enn ein mánað. Men forkvinnan í rættarnevndini hevur biðið um at fáa tíðina til at viðgera uppskotini longda.

Fimm uppskot í nevndini

Hvussu langa tíð, nevndin skal nýta aftrat, ber ikki til at siga nakað um í løtuni, sigur Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir. Fimm uppskot eru í rættarnevndini, sum hava við tunnilsmálið at gera. Forkvinnan í rættarnevndini vil ikki gera nakrar viðmerkingar til málið.

Tingfundur verður týsdagin í næstu viku. Á skránni er eisini framløga, og so er spurningurin, um Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen fara at leggja fram sítt uppskot til eina tunnilsloysn.

Kanska eitt aftrat

Uppskotið er latið løgtingsskrivstovuni, og kann leggjast fyri tingið, tá teir biðja um tað. Verður hetta uppskotið lagt fram, verður tað uppskotið tað sætta í tunnilsmálinum, sum rættarnevndin fær til viðgerðar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572