Løgmaður fult álit á bankanevndini

Løgmaður fult álit á bankanevndini
Aksel V. Johannesen var eisini løgmaður, tá táverandi landsstýririskvinna koyrdi nevndina í Fíggingargrunninum til hús. Birita Sandberg Samuelsen var forkvinna í grunninum
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
 
31.01.2023 - 13:03

- Eg havi onga orsøk at halda, at bankin ikki er nóg væl bjálvaður til at kunna rinda út vinningsbýti. 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Hann sigur seg hava fult álit á nevndini í bankanum, eftir at bankin fyri vikuskiftið kunngjørdi, at ætlanin er at hækka møguleikan fyri vinningsbýti úr 50 upp í 70 prosent. 

 

Birita Sandberg Samuelsen var forkvinna í Fíggingargrunninum, tá Kristina Háfoss koyrdi alla nevndina til hús fyri nøkrum árum síðani. Í dag er Birita Sandberg Samuelsen nevndarforkvinna í BankNordik. (Savnsmynd)

 

Aksel V. Johannesen var eisini løgmaður fyri seks árum síðan, tá Kristina Háfoss, táverandi landsstýriskvinna í fíggjarmálum, koyrdi nevndina í Fíggingargrunninum til hús, tí at nevndin hevði tikið undir við at gjalda serstakt vinningsbýti til partaeigararnar. 

Tá segði Kristina Háfoss, at landsstýrið heldur vildi hava, at bankin legði pengar til viks til verri tíðir, enn at rinda vinningsbýti. Forkvinnan í Fíggingagrunninum tá var Birita Sandberg Samuelsen, sum í dag er forkvinna í nevndini í BankNordik.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

31012023_Aksel_um_bankan_til_net

 

Evnið var viðgjørt í Breddanum fyrrapartin. Hoyr allan Breddan her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011