Grønland: Heitast í 1000 ár

Grønland: Heitast í 1000 ár
Síðstu 10 árini hevur tað verið í miðalhitin verið hálvtannað stig meira í Grønlandi enn miðalhitin har síðstu túsund árini.
Bo Vinther frá Niels Bohr-stovninum hevur verið við til at gjørt kjarnuboringarnar
Mynd: Christian Morel  
 
04.02.2023 - 18:29

Tað vísa kjarnuboringar, granskarar frá Alfred Wegener-stovninum í Týsklandi og Niels Bohr-stovninum í Danmark hava gjørt í grønlendska innlandsísinum.

Granskararnir siga, at innlandsísurin kann siga nakað um veðurlagið í fortíðini, nútíðini og framtíðini.

Soleiðis hava teir við sínum kanningum endurskapt veðurlagið í Grønlandi frá ár 1000 og heilt fram til 2011.

- Einki annað tíðarskeið hesi túsund árini hevur tað verið so heitt sum frá 2001 til 2011, sigur Bo Vinther frá Niels Bohr-stovninum, við grønlendska kringvarpið, KNR.

Samanberingar eru gjørdar við 30 ára gamlar kjarnuboringar í sama umráði, og kann staðfestast, at globala upphitingin er rokkin heilt inn til hjartað í innlandsísinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974