Myndir: Ítróttafagnaður 2022

Á hvørjum ári skipar Ítróttasamband Føroya fyri Ítróttafagnaðinum, har sjóneykan verður sett á føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, eldsálir og onnur, sum virka í føroyska ítróttaheiminum. 

Í ár vóru karmarnir um heiðurslønahandanina serstakliga góðar. Salurin í Norðurlandahúsinum var fullsettur av ítróttafólkum og ítróttaáhugaðum, og hýrurin var góður. Eitt satt hátíðarhald av føroyska ítróttaheiminum. 

Seks virðislønir vóru latnar. Tær vóru fyri ársins ítróttnavn, ítróttastjørnuskot, ítróttaátak, ítróttafyrimynd og ítróttafelagsskapur. Harumframt varð serstaka heiðursskjal handað. 

 

Vinnarar: 

ÍtróttaFYRIMYNDIN: Jógvan Kristiansson Glerfoss

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN: Víkingur

ÍtróttaÁTAKIÐ: Special Olympics HB fótbóltur

ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ: Óli Mittún

ÍtróttaNAVNIÐ: Hákun West av Teigum

Poul E. Petersen-heiðursskjal: Hansina á Plógv

 

Myndir: Finnur Justinussen

 

Er kopiera