Útlendingar skulu rinda meira

Útlendingar skulu rinda meira
Strandferðslan ætlar at mæla til, at útlendingar rinda ein hægri prís við strandfaraskipunum og bygdaleiðum, enn føroyingar rinda
07.02.2023 - 17:12

Politiska skipanin má tó fyrst siga ja til ætlanina.

Síðani september í fjør hevur tað verið prísmunur á, tá ið ein flygur við tyrluni hjá Atlantsflog. Fastbúgvandi á útoyggj fáa ein prís, aðrir føroyingar fáa ein annan prís, meðan útlendingar rinda ein triðja prís.

Í síðstu viku gjørdi Eystur- og Sandoyartunlar av at hækka prísin fyri leigubilar, sum koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Teitur Samuelsen, stjóri, sigur, at felagið ger hetta, fyri at fáa meira pening inn frá útlendingum, sum koyra gjøgnum tunnilin. Í fjør fekk tunnilssamtakið millum 2 og 3 milliónir krónur inn frá leigubilum. Hvussu nógv meira, felagið væntar at fáa inn í tunnilsgjaldi av leigubilum í ár, hevur hann ikki nakað boð um. 

Nú ætlar Strandferðslan eisini at gera prísbroytingar á leiðunum hjá strandfaraskipunum og hjá bygdaleiðum, m.a. soleiðis at útlendingar rinda meira.

Tað hevur verið trupult at skilja ímillum, hvør er føroyingur og útlendingur, men nú eru Talgildu Føroyar ávegis við einum talgildum samleikakorti, sum kann gera tað møguligt at skilja millum borgarar ymsastaðni í landinum og útlendingar. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV