Bara ein millión til Vestmannatunnilin í ár

Bara ein millión til Vestmannatunnilin í ár
Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, vónar, at játtanin verður hækkað aftur í fíggjarnevndini
Játtanin til bergholið til Vestmanna er nógv skerd í nýggja fíggjarlógaruppskotinum.
 
14.02.2023 - 16:07

Í uppskotinum um fíggjarlóg verður játtanin til bergholið til Vestmanna nógv skerd.

Landsstýrið, sum sat undan hesum, skeyt upp at seta 12 milliónir kr. av til bergholið í hesum árinum, men á fíggjarlógaruppskotinum, sum var lagt fram í dag, er játtanin skerd niður í eina millión krónur. 

 

 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og vestmenningur, harmast.

Hann vónar, at játtanin verður hækkað aftur í fíggjarnevndini.

Hoyr samrøðu, sum Kári Mikkelsen gjørdi við Bárð á Steig Nielsen í útvarpstíðindunum:

 

14022023_Bardur_um_vestmannatunnil


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129