Tilmælini skulu stuðla øllum næmingum

Tilmælini skulu stuðla øllum næmingum
Neyðugt er at hjálpa teimum, sum stríðast, men eisini at fyribyrgja, sigur forkvinnan í arbeiðsbólkinum, sum hevur latið landsstýrismanninum álit
Arbeiðsbólkur er komin við uppskotum um átøk, sum skulu hjálpa børnum at trívast, mennast og læra í fólkaskúlanum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
15.02.2023 - 12:00

Nýggja tilmælið, sum er latið landsstýrismanninum í barna- og undirvísingarmálum, skal stuðla øllum næmingum í fólkaskúlanum. 

- Neyðugt er at hjálpa teimum, sum stríðast, men eisini at fyribyrgja. 

Tað sigur Joan Knudsen, forkvinna í arbeiðsbólkinum, sum er komin við uppskotum um átøk, sum skulu hjálpa børnum at trívast, mennast og læra í fólkaskúlanum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

15022023_Joan_Knudsen

 

Joan Knudsen var forkvinna í arbeiðsbólkinum, sum fyrr í vikuni læt Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, álit.

 

Trý ára royndarverkætlan við co-teaching er mett at kosta 7,5-8 mió kr.

Og trý ára granskingarverkætlanin um skúlafráveru er mett at kosta 1,2 mió kr. árliga. Ætlanin er at søkja ein part av upphæddini úr granskingargrunnum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. apríl
Nýtt ljóð 30. apríl 2026
207789
Hósdag 30. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
207772
Hósdag 30. apríl
Eitt korter við jazzi
207778
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687