Tíggju ára visjón í Vága kommunu

Tíggju ára visjón í Vága kommunu
Býráðið sigur, at ein kommuna við eini felags visjón hevur lættari við at fremja sítt arbeiði
Bjarni Prior er borgarstjóri í Vága kommunu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.02.2023 - 09:14

Borgarafundur verður í fimleikarhøllini á Giljanesi mikukvøldið.

Vága kommunu skipar fyri, og fundurin verður um visjón 2023, sum býráðið hevur gjørt. 

Visjónin skal umfata tíggju ár.

Í arbeiðinum at fyrireika visjónina hevur býráðið tosað við áhugabólkar, umsiting, vinnu og feløg í kommununi. 

 

Lættari at fremja arbeiði

Býráðið sigur, at ein kommuna við eini felags visjón hevur lættari við at fremja sítt arbeiði. 

Fyrisitingin hevur lættari við at skipa sítt arbeiði, fólk vita, hvønn veg, kommunan fer, og uttanhýsis áhugabólkar vita, hvørjum kommunan stendur fyri.

Tey, sum koma á borgarafundin mikukvøldið, kunnu fáa eitt eintak av visjónini.

Eftir fundin verður visjónin løgd á heimasíðuna hjá kommununi.

Hoyr samrøðu, sum Emil Lisberg Jacobsen gjørdi við Bjarna Prior, borgarstjóra, í útvarpstíðindunum:

 

20022023_Samroda_vid_Prior

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334