Hansina Iversen fekk Mentanarvirðisløn landsins 2022

Hansina Iversen fekk Mentanarvirðisløn landsins 2022
Seinasta virðislønin, sum varð handað í Hátúni í kvøld, var Mentanarvirðisløn landsins, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, handaði Hansinu Iversen, myndlistakvinnu
Hansina Iversen fekk í kvøld Mentanarvirðisløn landsins 2022
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.02.2023 - 19:47

Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 krónur, var í kvøld handað Hansinu Iversen, myndlistakvinnu. 

Mentanarvirðisløn landsins verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. 


(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í grundgevingini stóð millum annað:

"Listakvinnan Hansina Iversen hevur víðkað hugtakið um, hvat føroysk málningalist er og kann vera. Hennara støðuga menning og endurnýggjan vísir, at hon er ein listamálari í fremstu røð, og hon er eisini nógv umbiðin bæði uttanlands og her heima. 

Tað er ein serlig kvirra og friður yvir verkunum hjá henni, hóast litir og skap mangan standa í andstøðu hvørt til annað. Verkini byggja á sansan, har litirnir eru tað, sum er tað mest eyðkenda. Í verkunum kannar listakvinnan tað abstrakta, ikki náttúru ella umhvørvi, men heldur linjuna og litirnar."

Fyri sínar eyðsýndu listarligu gávur og tey mongu listaverkini, hon hevur evnað til hegnisliga, fær Hansina Iversen Mentanarvirðisløn landsins 2022.

Í 2018 var Hansina Iversen partur av framsýningini Lonely Hearts saman við Jóhan Martin Christiansen í Skipasmiðjuni í Havn.

Lyst var á gátt. 

LONELY_HEARTS_HD_1080

 

Tilber at fylgja Hansinu Iversen og síggjar hennara list á Instagram. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329