Skerd lið í stórsteypadysti

Skerd lið í stórsteypadysti
Bæði Víkingur og KÍ mangla lyklaspælarar til stórsteypadystin, sum verður spældur í Tórsvølli í dag
Jákup B. Andreasen og hinir í KÍ, skulu aftur royna seg ímóti Víkingi á Tórsvølli
 
26.02.2023 - 14:31

Tað eru tvey skerd lið, sum sparka fótbóltskappingarárið í gongd við stórsteypadystinum í dag.

Føroyameistararnir úr KÍ spæla uttan millum annað uttan landsliðsspælararnar, Jákup B. Andreasen, Mads Boe Mikkelsen og Heina Vatnsdal, meðan steypavinnararnir úr Víkingi skulu klára seg uttan Sølva Vatnhamar og Jákup Johansen, skrivar bolt.fo.

Hetta hevur við sær, at fleiri ungir spælarar fáa kjansin frá byrjan, t.d. Símun Kalsø hjá KÍ og Árni Nóa Atlason hjá Víkingi. Hesir hava báðir spælt nógv í venjingardystunum í vetur.

Fleiri av nýggju spælarunum hjá KÍ eru eisini við frá byrjan í dag. Vegard Forren, Aketchi Luc-Martin Kessi og málverjin, Markus Olsen Pettersen fáa allir sín fyrsta almenna dyst fyri KÍ.

Ágóðin frá ársins stórsteypadysti fer til felagið HOYR - Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum. Tað er Lions Føroyar og Fótbóltssambandið, sum í felag skipa fyri dystinum, sum byrjar klokkan 15.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761