Ericsson fær stóra bót fyri mutur

Ericsson fær stóra bót fyri mutur
Svenski telerisin játtar at hava mutrað yvirgangsfelagsskapin IS í Irak
 
03.03.2023 - 08:34

Amerikanska løgmálaráðið hevur givið svenska felagnum Ericsson 1,4 milliardir krónur í bót í sambandi við eitt mál um mutur í Irak.

Telefelagið Ericsson hevur játtað at rinda bótina og játtar seg sekan í ákærunum um mutur eftir at hava brotið eina avtalu við amerikanskar myndugleikar, sigur løgmálaráðið.

Eftir at svenska kringvarpið, SVT, hevði kannað málið, játtaði Ericsson at hava mutrað yvirgangsfelagsskapin IS í Irak. 

 

Legði málið til viks

Umframt í USA var málið eisini kannað í Svøríki, men har legði ríkisadvokaturin málið til viks.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ericsson er uppi í eini muturgølu. 

Í 2019 gjørdi svenska felagið semju við USA um at rinda 10 milliardir svenskar krónur, tað eru slakar 6,7 milliardir danskar krónur, til amerikanskar myndugleikar fyri mál, sum hava tilknýti til Kina, Djibouti, Indonesia, Kuvait og Vjetnam í árunum 2000 til 2016. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083