Upphiting til Spæl føroyskt-vikuna beinleiðis í útvarpinum

Upphiting til Spæl føroyskt-vikuna beinleiðis í útvarpinum
Sunnudagin verður almenn setan av Spæl føroyskt-vikuni í forhøllini í Kringvarpinum
 
03.03.2023 - 14:42

Spæl føroyskt-vikan verður aftur á skránni 6.-12. mars. Tað verður bæði ein vika, har Kringvarpið fer at spæla føroyskan tónleik burturav, og ein vika við framførslum og framløgum við føroyskum tónleiki um alt landið – og enntá á føroyskum sendistovum úti í heimi.

Tað eru Tónleikasamband Føroya og Kringvarpið, sum samstarva um Spæl føroyskt.

Hæddarpunktið í Spæl føroyskt-vikuni er FMA (Faroese Music Awards), sum verður í Norðurlandahúsinum 11. mars og sent beinleiðis í sjónvarpinum.


Spæl føroyskt hitar upp

Upphitingin til Spæl føroyskt er longu byrjað við fleiri spennandi konsertum við góðum føroyskum tónleiki. Alt frá fólkatónleiki til elektroniskan tónleik.

Tónleikasambandið kunnger líðandi fleiri tiltøk á Facebook-vanganum hjá Spæl føroyskt.

Sunnudagin 5. mars verður almenna setanin av Spæl føroyskt-vikuni í forhøllini í Kringvarpinum, har kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen, og Dánjal á Neystabø, formaður í Tónleikasambandi Føroya, halda røðu.

Setanin verður beinleiðis í útvarpinum aftan á útvarpstíðindini kl. 18. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286