Fara at raðfesta screening fyri tarmkrabba heima við hús

Fara at raðfesta screening fyri tarmkrabba heima við hús
Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur biðið Krabbameinsráðið um lista yvir, hvørji krabbameinsátøk skulu raðfestast
Margit Stórá er landsstýriskvinna í heilsumálum.
 
06.03.2023 - 10:15

Sum er, hava vit onki tilboð um screening fyri tarmkrabba heima við hús, hóast tað í ársfrágreiðingini hjá Krabbameinsfelagnum fyri 2021 stendur, at flestir tilburðir av krabbameini í Føroyum í tíðarskeiðinum 2017-2019 eru funnir í langa og endatarmi.

Hetta er helst eitt tilboð, sum verður raðfest í næstum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, sum hevur biðið Krabbameinsráðið um lista yvir, hvørji krabbameinsátøk skulu raðfestast.

69 tilmæli eru í krabbameinsætlanini frá í fjør, sum Krabbameinsráðið skal raðfesta ímillum.

Screening fyri tarmkrabba heima við hús er millum tilmælini í bæði krabbameinsætlanini fyri 2009 og frágreiðingini, sum bleiv gjørd í fjør. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 


 

 

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112
Týsdag 20. mai
3-2 (19. mai 2025)
192108
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017