Føroyar - Rumenia: Elias og hinir mugu vinna

Føroyar - Rumenia: Elias og hinir mugu vinna
Elias á Skipagøtu er klárur at spæla avgerandi heimadystin ímóti Rumenia, sum helst skal vinnast, um lív skal haldast í EM-vónini
06.03.2023 - 18:18

Teir ivast ikki í týdninginum av dystinum. Um lív skal haldast í vónini um eitt EM-endaspæl í Týsklandi, skal heimadysturin ímóti Rumenia mikukvøldið vinnast.

 - Tað er øgiliga avgerandi. Tað er onkursvegna har, vit hava kjansin, tí niðri í Rumenia er tað øgiliga ringt, sigur Elias á Skipagøtu.

Føroyski spælskiparin var aftur á vøllinum fyri IK Sävehof fyri fyrstu ferð síðan í summar, og hann skjeyt ikki færri enn sjey mál í sigri á Önnereds HK. Elias sigur sjálvur, at knæið nú er gott aftur, og at hann er klárur at fara á vøllin í høllini á Hálsi mikukvøldið.

 - Tað hevur ræðuliga stóran týdning (fyri meg, red.). Tað forferdiligt seinast, tá eg ikki kundi vera við, at sita og hyggja í sjónvarpinum og vita, at eg ikki kundi hjálpa til, sigur Elias á Skiåagøtu. Landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, sum hevur longt sáttmálan við HSF til 2026, fegnast sjálvandi um, at spælskiparin aftur er tøkur, men ávarar ímóti at vænta ov nógv av honum.

Peter Krogh er eisini við aftur í hópinum, men hinvegin er báðir bakkarnir til høgru, Vilhelm Poulsen og Kjartan Johansen, úti. Hallur Árason úr VíF er við fyri fyrstu ferð, men hann ferð neyvan at spæla nógv hesa ferð.

 - Vit verða noyddir at spæla við einum, sum skjýtur við høgru hond. Vit hava funnið upp á nøkur ting, sum vit rokna við fara at rigga, sigur Elias á Skipagøtu.

 - Tað verða í fyrstu syftu teir minnu, skjótu spælararnir, sum skulu gera tað ímóti Rumenia, og tað verður ein stór uppliving fyri áskoðararnar, tí tað eru tvey sera ymisk lið, sigur Peter Bredsdorff-Larsen.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189