Ætla at byggja sólorkuskipan á Fútakletti

Ætla at byggja sólorkuskipan á Fútakletti
Fult útbygd, fer elframleiðslan at vera umleið 1,3 mió. kilowatt-tímar um árið, sum svara til ársnýtsluna hjá 300 sethúsum
Tá skipanin á Fútakletti er fult útbygd, fer hon at fevna um 6.000 sólføt - sólpanel - ella tilsamans 15.000 fermetrar. (Savnsmynd)
 
08.03.2023 - 14:00

Alifyritøkan Hiddenfjord hevur ætlanir um at seta upp sólorkuskipan á tekjuna á smoltstøðini á Fútakletti. 

Tá skipanin er fult útbygd, fer hon at fevna um 6.000 sólføt - sólpanel - ella tilsamans 15.000 fermetrar. 

Fult útbygd, fer elframleiðslan at vera umleið 1,3 mió. kilowatt-tímar um árið, sum svara til ársnýtsluna hjá 300 sethúsum. 

 

Atli Gregersen er stjóri í Hiddenfjord.

 

Eitt minus er, at streymurin frá skipanini má seljast til SEV fyri bíligari prís, enn hann verður keyptur aftur fyri, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.

 

Atli_um_solpanel

 

Sambært grein 16 í elveitingarlógini skal umhvørvisárinsmeting gerast og góðkennast av Umhvørvisstovuni, áðrenn loyvi til framleiðslu av ravmagni verður givið. 

Í árinsmetingini, sum er send til hoyringar hjá viðkomandi pørtum, skal verða mett um, hvørjar møguligar avleiðingar ætlaða virksemið kann hava fyri náttúru og umhvørvi. 

Atli Gregersen væntar ikki, at tað verður nakar trupulleiki at fáa endaligt loyvi til sólorkuskipanina. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083